Tað verður borgarstjórin í Vágs kommunu, Dennis Holm, sum fer at handa steypini eftir kappróðurin leygardagin á jóansøku. Hetta er aðru ferð, síðan hann gjørdist borgarstjóri, at jóansøka verður hildin í Vági.
- Fyri okkum er jóansøka nakað serstakt. Fyrsta stevnan varð hildin í Vági hin 24. juni í 1924, og eg havi skilt, at tá spældu VB og TB fótbóltsdyst, og her var kappróður. Tað eru heili 92 ár síðan henda dag.
Dennis Holm sigur seg hava skilt, at tað ikki minst vóru reiðarar í oynni sum ynsktu, at okkurt tiltak, sum kundi vera eitt alternativ til ólavsøkuna, varð hildið í Suðuroy.
- Reiðarar, sum eisini høvdu virksemi á landi, mistu ofta fólk norður um fjørðin á miðsumri, og tí hava teir kanska hugsað, at eitt stevnutiltak í Suðuroy fór at gera, at færri fóru at leita sær á ólavsøku.
Borgarstjórin í Vágs kommunu gleðir seg sum flestu onnur í Vági til jóansøku.
- Veðurgudarnir hava verið so blíðir í seinastuni, og eg haldi meg ikki hava sæð so mong ferðafólk í oynni áður sum seinastu tíðina. Nógv fólk, sum hava traðkað sínar barnaskógvar her og framvegis hava eitt heitt hjarta fyri Vági, leita sær til Suðuroyar rundan um jóansøku.
Hann vísir á, at familjur og grannaløg leita saman, ungdómar og onnur, sum hava lokið prógv, halda veitslur, og skipað verður eisini fyri ársveitslum, har fólk hittast aftur eftir mong ár.
Dennis Holm sigur, at vágbingar gleða seg til at hitta jóansøkugestir, og hann heldur, at tað framvegis er ein sjarma við gomlu bygdastevnunum, sum ein jóansøka er.
- Tað er uppfrískandi at møta fólki, sum í góðum hýri leita aftur til Vágs, og tað er altíð stuttligt og gevandi at møta kendum andlitum aftur, sigur borgarstjórin í Vágs kommunu, sum bjóðar øllum hjartaliga vælkomnum á jóansøku.