Tað er ikki bara lýggjari luft, men í stóran mun eisini heitari sjógvur, sum fær ísin í Grønlandi at bráðna. Tað vísa nýggjar kanningar hjá amerikanska stovninum Woods Hole Oceanographic Institution.
Fyri tveimum árum síðani kannaði stovnurin hitan í sjónum í Sermilik-fjørðinum. Tað vísti seg, at sjógvurin, sum kom inn á fjørðin, var millum trý og fýra stig, og tað er nóg mikið til at máa støðið undan tí ytsta ísinum, sigur kanningarstovnurin í frágreiðingini.
Herafturat kemur, at sjógvurin fløðir tríggjar millimetrar um árið ella næstan tvær ferðir so nógv sum fyri 50 árum síðani, skrivar AFP.