Áheitan á limirnar í fiskimannafelagnum

Fiskimannafelagið heitir á limir sínar um ikki at gera sjálvstøðugar avtalur við reiðarar, hóast meginreglan er, at slíkar avtalur, sum ikki eru í samsvar við sáttmálan, eru ógildugar

Um fiskimaður kortini ger serliga avtalu við reiðara, so kann hetta vísa seg at hava víðfevndar neiligar avleiðingar fyri einstøku sjófólkini. Hesi kunna fara niður í løn, og missa aðrar sáttmála- og lógarágóðar, so sum eftirløn, trygging og frítíðarløn, hóast hetta er brot á sáttmálan og landsins lógir.

Fiskimannafelagið heitir á reiðarafelagið, um at fáa limir sínar um at halda galdandi sáttmála.

Eisini heitir felagið á manningarnar um at venda sær til fiskimannafelagið, um galdandi sáttmáli ikki verður hildin, ella um reiðarar royna at fáa øðrvísi avtalur við manningarnar.