Áheitan á Javnaðarflokkin og aðrar samhaldsfastar flokkar

Strikið skattalættan fyri 2008, ið serstakliga fer til høgtlønt, og nýtið í staðin peningin til skattafíggjaðan sjúkrakassa

Núverandi sjúkrakassaskipan vendir tunga endan niðureftir

 

Sjúkrakassagjaldið eigur ikki framhaldandi at verða goldið sum ein ávís føst krónuupphædd, ið er eins høg hjá øllum inntøkubólkum. Tað er ikki rímiligt, at lágløntir arbeiðarar, fólka- og fyritíðarpensjónistar, arbeiðsleys, lesandi v.fl., skulu gjalda líka nógv í sjúkrakassagjaldi sum fólk, ið hava høgar inntøkur.

Løgtingslimir eiga at geva gætur, at rættiliga nógvir føroyingar hava lága løn. Yvirlit hjá Hagstovu Føroya vísir, at í 2004 vóru í alt uml. 12.000 persónar í Føroyum lágløntir – t.v.s. høvdu ársinntøkur, ið lógu millum 75.000 kr. og 200.000 kr.

Fólk við lágum inntøkum høvdu fingið ein tiltrongdan fíggjarligan lætta, bleiv sjúkrakassa-gjaldið fíggjað gjøgnum landsskattin. Tey høvdu sloppið frá einum sjúkrakassagjaldi, sum í miðal er uml. 3.000 kr. um árið.

 

Fígging av nýggju sjúkrakassaskipanini

 

Javnaðarflokkurin og aðrir samhaldsfastir flokkar eiga at tryggja sær, at skattalættin fyri 2008 verður broyttur ella strikaður við lóg – hetta frá tí degi, slíkt uppskot verður lagt fyri tingið og at spardi skattalættin eftirsíðan verður nýttur at fíggja sjúkrakassan gjøgnum progressivu landsskatta-skipanina.

ABC samgongan boðaði longu í september 2007 frá, at ein triðingur av skattalættanum fyri 2008 skal strikast og samstundis boðaði andstøðan í løgtinginum frá at ongin skattalætti átti at verða latin fyri 2008 yvirhøvur, og átti tí at verið lag á manni at tikið av skattalættan fyri 2008 til fyrimuns fyri skattafíggjaðan sjúkrakassa.

Skattalættin fyri 2008, ið enn er í gildi, gagnar í serligan mun høgtløntum og gagnar als ikki lág-og miðalløntum. At tryggja at eisini lág- og miðallønt fáa gagn av fíggjarligum lættum/skattalættum fyri 2008 eigur skattafíggjaður sjúkrakassi at verða settur á stovn longu í 2008 – sjúkrakassi sum verður fíggjaður av spardum skattalætta fyri 2008.

 

Galdandi skattalætti fyri 2008, ið varð lýstur í Kunngerðarblaðnum 28. desember 2006, vendir sosialt skeivt:

 

Sambært løgtingstíðindi nov. 2006 (fylgiskjal 4 til lógaruppskot nr. 37) fáa lág- ogg miðallønt lítlan og ongan nettoskattalætta, meðan høgt lønt fáa sera høgan nettoskattalætta:

 

Láginntøka uppá 120.000 kr. fær 240 kr.

Miðalinntøka uppá 230.000 kr. fær 765 kr.

Háinntøka uppá 500.000 kr. fær 6.240 kr.

Háinntøka uppá 850.000 kr. fær 7.115 kr.

Háinntøka uppá 1.000.000 kr. fær 7.490 kr.

 

At tryggja at eisini lág- og miðallønt fáa fíggjarligan lætta/skattalætta frá tí almenna í 2008 eigur skattafíggjaður sjúkrakassi at verða settur á stovn, í seinasta lagi í seinnu hálvu av 2008. Skattafíggjaður sjúkrakassi, vil gagna einum meiriluta av Føroya fólki og vil javna út stættarmunir og sosialar skeivleikar í føroyska samfelagnum. Broytingin fer í serligan mun at gagna lág- og miðalløntum arbeiðarum og øðrum lágløntum, pensjónistum, lesandi v.m., ið sjálvsagt hava mest brúk fyri fíggjarligum lættum/skattalættum frá almennari síðu.