Útoyggjafelagið heitir við hesum á Føroya Løgting, um at taka spurningin um framtíð útoyggja til umrøðu.
Í mong ár hevur afturgongd og fráflyting eyðkent støðuna á útoyggj, og bert í tíðarskeiðinum 2000 til 2005 minkaði fólkatalið við 14%. .
Orsøkin til vánaligu støðuna er vantandi møguleikin at vinna pening til uppihald umframt lága tænastustøðið á flest øllum økjum.
Hóast áhaldandi áheitanir á landsins myndugleikar og Landsstýrismenn í útoyggjamálum, bæði frá Útoyggjafelagnum og kommununum á útoyggj, tykist eingin broyting at hóma, og áhugin fyri at venda gongdini og taka munagóð stig tykist vanta hjá øllum pørtum.
Seinasta ítøkiliga dømið um líkasælu við støðu útoyggja, er einskiljingin av Farmaleiðum, sum á ongan hátt tók atlit til eitt virðiligt tænastustøði.
Í hesum tíðum, har oyggjar verða samanbundnar við føstum sambandi - við blómandi vinnu og búskapi sum úrsliti - hevur samferðslan til útoyggjarnar framvegis sera lága raðfesting. Sama er galdandi á vinnuøkinum. Tað er ógjørligt at fáa fígging til vinnutiltøk á útoyggj, og almenni grunnurin, sum ætlandi skuldi byrgja upp fyri hesum, við at veita lagaliga fígging, hevur enn ikki sæð dagsins ljós.
Dømini eru nógv um umstøður, ið gera tað meira og meira óliviligt á útoyggj, og mong eru um at missa vónina um, at gongdin verður vend. Hetta stendur í stórari andsøgn til ta framgongd, ið er á meginøkinum, har vælferðin økist, og tænastustøðið alsamt hækkar.
Útoyggjafelagið loyvir sær, við støði í omanfyri nevndu grundgevingum, at seta Føroya Løgtingi og løgtingslimunum hesar spurningar:
Skulu útoyggjarnar framhaldandi vera búsett økir í Føroyum? (
Góðkenna politisku flokkarnir og løgtingslimirnir, at tað eru landafrøðiligar avmarkingar í veiting av almennum tænastum?(
Er Løgtingið samt um, at í Føroyum skulu marknaðarkreftirnar ráða, um tað so inniber, at ein partur av landinum verður avtoftaður?(
Um so er at útoyggjarnar framhaldandi eru búsettar, hvønn rætt skulu borgararnir á útoyggj hava til almennar tænastur?(
Eru politisku flokkarnir og Løgtingið samt um og góðtaka, at einskiljing av almennum tænastum viðføra, at økir í landinum fella frá, og fólkið noyðist at flyta?(
Verða framhaldandi eingi krøv sett um veitingarskyldu, tá almennar tænastur verða einskildar, heldur ikki um talan er um tyrluflúgving, SEV, Føroya Tele v.m.?(
Verður tað góðkent av politisku flokkunum og Føroya Løgtingi, at kappingarlógin kann liggja til grund fyri, at tænastustøðið lækkar munandi á útoyggj, eisini um privata initiativið og fríu marknaðarkreftirnar viðføra, at útoyggjarnar vera avtoftaðar?(
Hvat fer Føroya Løgting at gera við trupulleikarnar, ið standast av ognarviðurskiftunum hjá festijørðini og øðrum trupulleikum, ið jarðarviðurskiftini elva til á útoyggj?
Útoyggjafelagið heitir á og vónar, at Føroya Løgting tekur hesi mál upp til umrøðu og støðutakan, tí fólk á útoyggj mugu vita, hvørjar umstøður tey kunnu vænta at skula búleikast undir í framtíðini.
Um so er, at politiskur vilji ikki er fyri at hava fólk búsett á útoyggj, heitir Útoyggjafelagið inniliga á Føroya Løgting um at skipa so fyri, at neyðug stig verða tikin til at avtaka útoyggjarnar á ein virðiligan hátt fyri tey, sum eru búsett á útoyggj; tí tað er ein óverdug støða og til lítlan sóma fyri umdømi Føroya at niðurpína útjaðaran og síðani vóna, at fólk flyta av sær sjálvum.
Blíðar heilsanir
Óla Jákup úr Dímun
formaður
Esbern í Eyðansstovu
næstformaður
Olga Biskopstø
samskipari og nevndarlimur
Fríða Isaksen
formaður í umboðsráðnum