Hesa seinastu tíðina hava vit hoyrt, at fleiri kommunur hava í ætlan at byggja eldraíbúðir, sambýli og ellis- og røktarheim. Hetta er at fegnast um, tí lítil ivi man vera um, at eldrarøktin er ein av mest átroðkandi samfelagsspurningum í løtuni, uttan at onnur ansing ella røkt verða skúgvaðar til viks.
Alzheimerfelagið er ungt felag, ið m.a. hevur sum endamál at stuðla og hjálpa demenssjúkum og avvarðandi teirra. At hesin samfelagsbólkur, sum felagið umboðar, fer at vaksa tey næstu árini, er lítið at ivast í, tí meðallivialdurin veksur, og títtleikin av demenssjúkum økist við aldrinum. Hetta prógva hagtøl úr granna-londum okkara.
At varða av fólki við Alzheimers- ella aðrari demenssjúku er ógvuliga tyngjandi bæði sálarliga og kropsliga. Hetta hevur felagið fleiri dømi um kring landið frá teimum, sum hava átikið sær at ansa sínum næstu, hóast fakfólk staðiliga ávara móti tí, og hóast hetta átti at verið ein samfelagsuppgáva.
Dement fólk krevja serliga røkt, og at fólk hava stundir til tey. Tey broytast spakuliga, og tíverri er tað ofta so, at ilt er at siga, um fólk eru dement ella ei. Næstringar, ið ansa teimum, hava altíð ampa á sær, og svøvnurin verður órógvaður, um nakar svøvnur er. Tungt verður at klára bæði røkt og dagligt verk, og at enda gerast tey røsku sjúk. Hetta er øllum pørtum ein óvirðilig loysn.
Alzheimerfelagið ger við hesum vart við støðuna hjá teimum demenssjúku og heitir á politikarar og øll tykkum, ið taka avgerðir, um at hava henda bólk í huga, tá ið ráðleggjast skal. Hugsast skal um, at hesi fólk hava serligan tørv, tá ið tað snýr seg um bústaðarkarmin, og ikki minst, at starvsfókið, sum er um tey, hevur serliga útbúgving. Felagið hevur møguleika til og vil fegið hjálpa og ráðgeva teimum, sum ætla at fara undir hetta stóra og týdningarmikla arbeiði.