Løgreglan hevur enn ongar ábendingar fingið um, hvar tann horvni Piddi Hansen, kann vera.
Í gjár segði Bergleif Brimvík við Rás2 , at nógvar avhoyringar eru gjørdar og nógvar skulu gerast afturat.
Men avhoyringarnar hava ikki givið løgregluni abendingar um, hvar Piddi Hansen kann vera.
Tá ið maðurin, sum er skuldsettur fyri at hava dripið Pidda, skal fyri rættin aftur í seinasta lagi mikudagin, fer løgreglan at biðja rættin um at varðhaldsfongslingin verður longd.
Hann ivast ikki í, at løgreglan hevur nóg mikið av tekniskum prógum til at fáa rættin at eftirlíkað hesi áheitan
Men av tí at tey enn standa á berum í royndunum at finna Pidda, heitir Bergleif Brimvík framvegis á fólk um at ringja til løgregluni, skuldu tey hava sæð ella hoyrt okkurt, sum hevur týdning.
- Tað er onki ov smátt, leggur hann afturat. Hann hugsar helst um, at kanska halda fólk ikki, at onkrir upplýsingar hava týdning. Men tað skulu fólk ikki hugsa um, tí fyri tað hevur hvør lítil brikkur avgerðandi týdning fyri at fáa tað stóra pusslispælið hjá løgregluni at liggja sum tað skal.
Kanska halda fólk seg eisini aftur at ringja, tí tey halda, at helst hevur onkur annar ringt um tað sama, men Bergleif Brimvík heitir staðiliga á fólk um at ringja kortini.
Serliga áhugað er løgreglan framvegis í at vita, hvar ein silvurgráur Skoda Fabia, Hatchback kann hava verið í døgunum frá 3. 13 november.
- Tí heitir kriminalovastin staðiliga á fólk, sum hava sæð bilin ein bil av hasum slagnum, um at siga frá.
Talan er um ein bil sum tann, ið sæst á myndini.
Hann staðfestir, at nógv fólk hava ringt við upplýsingum og tað eru tey ómetaliga takksom fyri.
Tey eru eisini ómetaliga takksom fyri alla sjálvbodnu hjálpina tey hava fingið frá fólki, sum hava hjálpt til við leitingini.