Í kvøld klokkan 19 verður størsti og týdningarmesti hondbóltslandsdysturin nakrantíð leiktur í høllini á Hálsi í Havn frammanfyri útseldari høll við 1.800 áskoðarum.
Tá vera Føroyar og Ukraina í harðari orrustu fyri at kunna knógva heim eitt triðja pláss í EM-undankappingarbólki 4, ið kann geva eitt pláss í EM-endaspælinum í Týsklandi í januar í 2024. Vinnarin av dystinum í kvøld kemur at liggja væl fyri í tí kappingini.
Tað hevur ongantíð verið týdningarmiklari enn júst í kvøld, at teir 1.800 áskoðararnir taka við okkara monnum á vøllinum, og rópa og stuðla sum ongantíð fyrr. Tað slær kendi hondbóltsfjepparin, Ásbjørn N. Nattestad fast.
- Eg kann einans heita á øll, sum hava atgongumerki um at møta upp í hvítum troyggjum. Og gjarna eisini onkrum at larma við. Karamelleskjur, grýtulok og onnur líknandi ting kunna brúkast.
Hava fólk ikki hvítar troyggjur so ber til keypa hvítar t-troyggjur við at venda sær til mín, sigur Ásbjørn N. Nattestad frá fjepparasamtakinum, Merkiðlið.
- Komið øll og koyrið á okkara hetjur so teir kunna skriva søgu, sigur Ásbjørn við inniligari áheitan á tey sum koma niðan at hyggja eftir dystinum millum Føroyar og Ukraina.