Heinze rósar Fergie

Hóast hann vil sleppa úr Manchester United til Liverpool, so hevur Gabriel Heinze eisini stundir til at rósa venjara sínum, Sir Alex Ferguson. – Hann dugir ótrúliga væl at handfara spælarahópin. Hóast vit hava ein stóran hóp, har allir ikki altíð kunnu spæla, so megnar hann at halda øllum til. Liverpool hevur boðið Manchester United 6,8 mió pund fyri spælaran, men enn vil Ferguson tó ikki selja.