Heini til Fremad Amager

Nú hevur Heini Vatnsdal endiliga funnið felag í Danmark

Fyri stuttum gjørdist tað greitt, at 23 ára gamli Heini Vatnsdal varð loystur úr sáttmálanum við HB. Orsøkin var, at leikarin er fluttur niður í lestrarørindum, har hann eisini ætlaði at finna sær eitt felag.

 

Hesa seinastu vikuna hevur Heini vant við Fremad Amager, og fyri stuttari løtu síðani bleiv kunngjørt, at hann fær sáttmála við felagið.

 

- Eg gleði meg nógv, og havi eg hoyrt nógv gott um felagið. Mítt mál er fyrst og fremst at tryggja mær eitt fast pláss á liðnum hjá Fremad Amager, og síðani ætli eg mær eisini at endurvinna mítt pláss á føroyska landsliðnum, sigur Heini Vatnsdal í samrøðu við Facebook-síðuna hjá Fremad Amager.

 

Sambært ítróttarstjóranum í felagnum, Ole Bjur, so kann Heini longu fáa sín fyrsta dyst fyri sítt nýggja felag í morgin, tá ið Fremad Amager á heimavølli tekur ímóti Marienlyst.

 

Skiftið merkir, at nú eru tveir føroyingar, sum húsast í Fremad Amager. Vinstri vongurin á landsliðnum, Christian Holst, spælir eisini í felagnum.