Heini í sjónvarpinum

Elite 3000 Helsingør, sum er liðið hjá føroyska landsliðsleikaranum í hondbólti, Heini Hanusarson, skal spæla beinleiðis á sjónvarpsrásini 3+ í annaðkvøld kl. 18.00. Dysturin er ímóti TVIS/Holstebro, sum liggur á einum 10. plássi við tveimum stigum fyri fýra dystir. Liðið hjá Heini liggur á næstaftasta plássi við einum stigi, men um teir vinna dystin ímóti TVIS/Holstebro, so fer Elite 3000 Helsingør framvið TVIS/Holstebro.