Heini og Thisted leiktu javnt á útivølli

Thisted fekk eitt stig við sær úr Nykøbing

Heini F. Sørensen og liðfelagarnir í Thisted leiktu í dag dyst á útivølli í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Dysturin var móti Nykøbing.

 

Nykøbing legði seg á odda tá bert fýra minuttir vóru leiktir av dystinum. Oliver Andreasen javnaði fyri Thisted í 58. minutti. 

 

Fleiri mál komu ikki, og so endaði dysturin við javnleiki 1-1. 

 

Thisted er nummar átta í deildini við 15 stigum fyri 15 dystir.

 

Seinasti dysturin hjá Thisted undan vetrarsteðginum vóru komandi leygardag á heimavølli móti Roskilde.