Heini og liðfelagarnir í Thisted vunnu á heimavølli

Thisted er millum oddaliðini í triðbestu donsku fótbóltsdeildini

 

Heini Fossdalsá Sørensen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Thisted vunnu 1-0 í heimadysti í triðbestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Thisted vann 1-0 á Nykøbing á Sparekassen Thyhallerne Arena.

 

Sigursmálið skoraði amerikanski, Jean-Julien Foe Nuphaus tríggjar minuttir undan steðginum.

 

Thisted er saman við Frem og Fremad Amager í oddinum í deildini við sjey stigum fyri tríggjar dystir.

 

Komandi leygardag klokkan 13 spælir Thisted á útivølli móti Helsingør.