Heini ikki á listanum

Norðoya Tjóð­veldis­fel­ag váttar í dag, at Heini O. Heinesen ikki er á list­a­num til løg­tings­valið

Á seinasta upp­still­ing­ar­fundi vóru sjey fólk, sum høvdu hug at um­boða felagið til komandi løgtingsval.

Tá vóru tað sjey limir í fel­ag­num, sum vildu verða val­evn­is­um­boð, men eftir skip­an­ini hevur felagið bara fimm umboð, og tí var neyðugt við at­kvøðu­greiðslu.

Annað fólkið, sum gjørdi ov stutt í at­kvøð­u­greiðs­l­uni, var Heini O. Heinsen, sum um­boðar flokkin í løg­ting­i­num-
Valevnini eru Fríð­rik Sivertsen, Jóhann Lüt­zen, Maiken Steinberg, Óluva Klettskarð og
Steinbjørn O. Jac­obsen