Heini hevur altjóða ætlanir

HB - AB 5-1 (2-0)

Gjárdagurin var nýggjur tindur í skjótu og stóru menn­ingini hjá nýggja HB mið­vall­aranum Heina Vatnsdal. Hann skoraði bæði til 1-0 og 2-0 í trivaliga 5-1 heima­sigr­inum á AB. Upp­skriftin var tann sama báðu ferð­irnar. Skjóti og sterki maðurin við góða bólt­før­leik­anum og spæl­skilinum rann seg leysan innanfyri ikki sann­før­andi verjuna, og ávikavist Andrew av Fløtum og Christian R. Mouritsen spældu hann blankan.
HB er níggju stig framm­an­fyri næsta liðið, og harvið kennist vegurin slættur og breiður fram ímóti FM heit­inum.
Heini Vatnsdal fegnast um landsliðsúttøkuna í gjár­kvøldið, og í felagshøpi hugsar hann eisini um al­tjóða avbjóðingina:
– Felagið er væl skipað, og tað gongur væl í lands­kapp­ingini. Nú skulu vit spæla í europeisku kappingini, og tað er upplagt, at vit leggja nógv fyri í royndini at vinna okkum víðari í tí kappingini, heldur HB miðvallarin.
AB miðvallarin Rógvi Poulsen var millum argja­menn­inar, sum løgdu rygg til næststørsta tapið í á – fyrr í ár tapti AB 6-0 í Streymnesi. Rógvi hevur áður spælt við HB, og hann ivast í, um hetta HB liðið er betri enn undan­farin:
– HB hevur gott lið og breiðan hóp. Men tað kann væl vera, at munurin millum HB og hini í ár sammett við undan­farin ár er, at hini lið­ini eru veikari, enn tey hava verið.
Hvussu sært tú upp á tykkara avrik í dag?
– Vit royndu at leggja trýst á teir frammarlaga á vøll­inum, men tað mis­eydn­aðist, og so vórðu vit sektaðir. Tað eru framvegis nógv stig at spæla um, og eg rokni framvegis við møguleikanum, at vit skulu varðveita plássið í bestu deildini, men tað verð­ur torført.
Veteranarnir Andrew av Fløtum og Fróði Benjaminsen øktu um leiðsluna til 4-0, áðr­enn innskifti Ahmed Keita minkaði um munin, og HB miðverjin Gunnar Haraldsen staðfesti 5-1 sig­urin, sum saman við 4-0 í Runa­vík er størsti HB sigurin í ár.
– Ferðin dalaði, tá ið vit vóru frammanfyri við fýra málum, og kanska órógvaði tað, at vit skiftu so nógv út, heldur Heini Vatnsdal, sum nú – umframt FM heitið – hevur fokus á lands­liðs­ferð­ini til Írlands og Svøríkis og droymir um, at HB skal spæla seg víðari í europeisku kapp­ingini, sum ikki er so langt burtur.