Heini Hanusarson skeyt 8 mál

Tað metlanga leikbannið, sum Heini Hanusarson fekk frá føroyska hondbóltssambandinum, tykist ikki at nerva Heina Hanusarson nevnivert. Danska hondbóltsliðið, Ajax Keypmannahavn vitjaði yviri í Skåne, fyri at spæla venjingardyst ímóti einum av oddaliðunum í bestu svensku hondbóltsdeildini, sum nevnist Ystad.

 

Væl gekk hjá Ajax og føroyska spælaranum, Heina Hanusarsyni. Ajax vann dystin 28-26, aftaná hálvleiksstøðuna 13-11 til Ajax. Heini Hanusarson gjørdi veruliga vart við seg, og gjørdist hann toppskjútti hjá Ajax við 8 málum. Ajax hevði leiðsluna allan dystin, og vunnu ein uppibornan sigur.