Heini ger business í USA

Í juli 2013 fekk Vivino 10 milliónir dollarar, t.e. nærum 57 mió kr frá enska íløgugrunninum Balderton Capital. Ein mánað seinni flutti Heini fyritøkuna og familjuna við trimum børnum til San Francisco

Um tú skalt gera big business, mást tú vera har tað hendir. Skalt tú gera business í USA, mást tú hava eitt amerikanskt telefonnummar, so fólk fáa fatur á tær og kunnu bjóða tær til ein frokost.

Tí soleiðis fyrigongur business í USA í stóran mun. At hittast, eta ein frokost saman og fáa eitt óbindandi prát er vanligasti hátturin at koma í samband við onnur og menna sína fyritøku upp á.

Málið hjá Vivino er at gerast størsta vínappin í heiminum, og tað er av stórum týdningi at vera í miðdeplinum, um tú vilt vera størst. Tú má vera har tað hendir, og har fólk, sum tú hevur tørv á at hitta, eru.

Soleiðis sigur Heini Zachariassen um orsøkina til, at hann valdi at flyta fyritøkuna og alla familjuna við trimum børnum til San Francisco í California í august 2013.

Ein mánaða áðrenn hevði íløgugrunnurin Balderton Capital valt at seta 10 milliónir dollarar í fyritøkuna hjá honum, Vivino.

Les samrøðuna við Heina í mikudags Sosialinum