Heini Corfitz við nýggjum tónleiki

Heini Corfitz gevur í næstum trý løg út til download, hetta er fyrsta útgávan hjá unga havnamaninnum undir egnum navni.

Heini Corfitz er ivaleyst best kendur fyri sín leiklut sum gittarleikari í The Dreams, men summi minnast hann uttan iva úr unga punkbólkinum Paradox, har hann sang og spældi gittar.

Heini er harumframt gittarleikari í truckara rock bólkinum Raped in Reno og hevur sostatt gjørt vart við seg innan fyri rockin, men á fyrstu solo útgávuni er talan um poppkendan tónleik, ið hevur okkurt smávegis rokk element í sær, men fyrst og fremst má roknast sum poppur.  

Omanfyri sæðst ein smakksroynd uppá útgávuna.