Heine tatoveraði delfin á armstubban

33 ára gamli Heine Bræck úr norska býnum Sarpsborg hataði armstubban sum hann misti í eini vanlukku sum tannáringur.

Hann ynskti nú at gera okkurt serstakt í tí sum var eftir av arminum, tí hann helt at hetta minti so nógv um eitt delfinhøvd. Tá fekk hann hugskotið um eina tatovering.

Heine spurdi seg fyri hjá einum bulgarskum tatovøri. Og úrslitið sæst á myndini omanfyri, sum er lænt frá tv2.no.

Tá hann var 13 ára gamal ætlaði hann at skunda sær tvørtur um ein breyt á tokstøðini, í somu løtu sum tokið fór avstað. Hann var um at dekka, men fekk fatur á tí streymførandi kaðalinum, við tí úrsliti at armurin mátti takast burtur.

- Tað fyrst sum eg sá eftir skurðviðgerina var, at armstubbin líktist so nógv eini delfin, sigur hann við bretska blaðið The Sun.

Hann fekk fatur á bulgarska tatovørinum, sum gjørdi myndina í 3D.

Sambært Heina eru vinmenn hansara sera fegnir um tað, og sjálvur elskar hann myndina.

- Eg elski hana, tí nú tørvar mær ikki longur at hyggja eftir einum slitnum armstubba!