Hann er kendur fyri sína avbera vøkru rødd, og klárar hann óvanliga væl at syngja teir høgu tónarnar. Heine hevur altíð nýtt møguleikan at vitna um sína trúgv, og tí kunnu vit vænta eina bæði inniliga, men eisini upplívgandi løtu á Fjarðafestivalinum.
Stílurin á konsertini verður nakað av tí, sum vit hava hoyrt frá Heina og teimum í seinastuni, ið er ein blandingur av melodiøsum balladum, heilt til rættiliga lívligan rokk. Serliga tulkingar av gomlum sálmum og sangum eru frammaliga hjá teimum í løtuni.