Heine aftur á Fjarðafestivalin

Eftir eina frálíka framførslu í fjør, verður aftur møguleiki at hoyra Heina Lützen í ár Umframt at spæla á Summarfestivalinum, so verður eisini møguleiki at hoyra Heina Lützen á Fjarðafestivalinum.

 

Heine er uttan iva millum mest týðandi kristnu sangarunum í nýggjari tíð. Frá døgunum í Samsint til nú hevur hann verið í gongd, og á Fjarðafestivalinum í fjør sóu vit, at Heine rokkaði sum aldrin fyrr.

 

Fjarðafestivalurin er í døgunum 23.-25. august, og verður hildin á økinum hjá Kelduni í Skálabotni.

 

Les meir:

 

Vitja heimasíðuna hjá Fjarðafestivalinum<a>