Ein long norðurevropisk siðvenja og orðaljóð í grundlógini forða fyri at kalla Heindrik prins fyri kong.
Eitt brennandi ynski um at verða javnsettur við konuna hevur stóran týdning fyri 83 ára gamla Heindrik prins.
Í dag almannakunngjørdi Se og Hør part av samrøðu við prinsin. Her kritiserar hann konu sína fyri ikki at geva honum »ta respekt, sum ein vanlig kona eigur at geva manni sínum«.
Heinrdikur prinsur sigur í útvaldum endurgevingum, sum blaðið hevur almannakunngjørt, ikki júst, hvat hann væntar av drotningini. Men hann hevur fyrr víst á, at hann fegin vil kallast kongur.
Tað ber bara ikki til, sigur Lars Hovbakke Sørensen, søgufrøðingur, sum er adjunktur við University College Sjælland.
– Í grundlógini er heitið »kongur« brúkt um ríkishøvur. Tí hevði tað skapt fløkjur alla staðni í lógini, har orðið kongur varð brúkt.
– Tað er nóg fløkt frammanundan, tí sitandi regenturin er jú í veruleikanum ein drotning. So tá tað í grundlógini stendur kongur, so verður í veruleikanum meint við drotning, sum støðan er nú.
– Tað er søguliga treytað og hevur verið soleiðis í yvir 1.000 ár, sigur søgufrøðigurin.
Hann nevnir tó ein annan møguleika, sum møguliga kundi gjørt Heindrik prins nøgdan.
– Drotningin og hóvið kunnu samtykka, at tey vilja kalla hann »kongegemal« á sama hátt sum hann eitt tíðarskeið varð kallaður »prinsgemal«, uttan at tað varð samtykt politiskt.
– Í Norðurevropa – eisini í Stórabretlandi og Hollandi – hevur siðvenjan verið, at tú nýtir heitið »prinsur« um mannin hjá kvinnuliga regentinum.
– »Kongegemal« verður brúkt í Portugal og í Spania. Tað er helst tí, at drotningin hevur valt ikki at nýta hendan møguleikan, sigur Lars Hovbakke Sørensen.
Eitt annað, sum heldur ikki javnsetur Heindrik prins við kvinnuligar limir í kongshúsinum er mátin, hann verður tittuleraður.
Her verður nýtt »Hans Kongelige Højhed« um Heindrik prins.
Hinvegin verður Mary krúnprinsessa tittulerað »Hendes Majestæt«, tá maður hennara, Fríðirkur krúnprinsur, einaferð tekur yvir embætið eftir mammu sína. Í mun til pápa sín verður Fríðrikur regentur – og fær heitið kongur.
/ritzau/