Í sambandi við tiltakið Markleys Útbúgving, sum er í hesum døgum, hava vit prátað við Katrina á Neystabø, 24, sum lesur cand.merc á Handilsháskúlanum í Århus. Sum part av bachelorútbúgvingini fór hon eitt hálvt ár til Oregon í USA at ganga á College sum skiftisstudentur.
Katrin fór til USA, tá hon gekk á 3. ári, ella á 5. semestri. Hon greiðir frá, at tað at gerast skiftisnæmingur, gav henni møguleika at seta saman sína egnu útbúgving og at síggja hana í einum altjóða høpi.
- Harumframt var eg vorðin rættiliga troytt av lesnaðinum og hevði brúk fyri at fáa meira fjølbroytni í. Við at fara til USA slapp eg at royna nakað nýtt og at savna orku til at halda fram, tá eg kom heim aftur. Útbúgvingin hjá mær tekur minst 5 ár, so tað var ordiliga gott at fáa eitt andarhald, sigur hon, og greiðir frá, at hon fór avstað saman við fýra øðrum, sum hon las saman við í Århus.
- Vit keyptu ein bil og ferðaðust runt í USA í ein mánað, áðrenn skúlin byrjaði. Vit búðu á campus, sum er vanligt í USA. Campus er eitt stórt øki, nærum ein lítil býur, har alt lesrarumhvørvið er savnað á einum stað. Har ganga næmingarnir í skúla, teir búgva har, eta í matstovunum, har eru biograf, ítróttarøki, mentanarlig tilboð, løgregla og handlar. Alt, sum ger, at tey lesandi nýtast ikki at fara út um øki. Hetta ger lestarumhvørvið ómetaliga sosialt, og tú hevur altíð onkran at fylgjast við. Tey amerikansku ungu hava heldur ikki familjuna hjá sær har, so hini lesandi verða í stóran mun familjan hjá hvørjum øðrum, greiðir Katrin frá.
Um fakliga innihaldið av útbúgvingini sigur Katrin, at tey raðfestu ikki tann fakliga partin so høgt, tí tey skuldu bara standa lærugreinirnar og tað var ikki so torført.
- Støðið var nakað lægri enn her hjá okkum, men tá skulu vit eisini minnast, at tey eru væl yngri enn vit, tá tey fara undir hægri lesnað. So vit, sum vóru skiftisnæmingar, raðfestu heldur at ferðast runt í landinum, og at fáa upplivingar við okkum heim úr USA.
Øðrvísi mentan
Bústaðarviðurskiftini hjá lesandi í USA eru ofta átøk kollektivum.
- Eg búði í íbúð uttanfyri campus saman við trimum øðrum ungum, einari danskari gentu og tveimum úr USA. Tær amerikansku hildu okkum vera so løgnar, tí vit sjálvar gjørdu okkum mat. Tær dugdu als ikki at gera mat, men ótu bara sovorðið, sum var hitað í mikroovninum, ella tær ótu úti, sigur Katrin, sum eisini lærdi nógv um mentanina har.
- Eg haldi, at mentanin har er løgin. Hóast tey eru blíð og opinskárað, so kemur tú ongantíð inn á tey, ella tað er í øllum førum torført. So eg kom mest saman við evropearum og við eitt hevði eg meira í felag við polakkar enn við onnur. Tað helt eg var løgið.
Annað, sum Katrin sigur undraði seg, var, at alt var so ovurstórt.
- Hús, bilar, ja sjálvt parkeringsplássini vóru nógv størri enn her. Og so hevði eg ikki væntað, at náttúran var so vøkur, sum hon veruliga var. Vit koyrdu framvið allari vesturstrondini, og tað má eg siga var áhugavert - at koma inn í hesar smáu bygdirnar og at hitta fólkini har, sum vóru nakað so giggut og bygdaslig, at vit kenna als ikki til slíkt her. Øðrvísi og áhugavert, má sigast, og tað var júst tað, eg fór út í verðina at leita eftir: Nøkrum, sum kundi seta mítt egna lív og útbúgving í perspektiv, og sum gjørdi meg nógv klókari uppá heimin enn eg var frammanundan, sigur Katrin á Neystabø, og heldur fram,
- Eg kann bert siga við onnur ung, gentur og dreingir, tað er so lætt at fara, um lærustovnurin, sum tú gongur á, hevur eina skiftisskipan, og tað hava næstan allar útbúgvingar. Alt tað praktiska varð fyriskipað frammanundan, lærugreinirnar vóru góðkendar og fíggjarliga søkti eg ymsar grunnar og komu 21.000 kr. inn tann vegin. Harumframt hevði eg spart mær einar 30.000 upp frammanundan, og so fekk eg SU, ella einar 4.000 kr. aftaná skatt.