Robert Mood (mynd) tekur trý ting fram, sum hann heldur stuðla hansara útsagnum um, at Nato eigur at koma við einum ultimatum til Russland nú. - Hetta er djarvt, heldur norskur professari.

Heimurin kann glíða inn í ein heimsbardaga

- Tí skal Russland steðgast nú. Hetta er løtan, har Nato eigur at brúka ein sterkari lút, sigur pensjóneraði norski generalloytnanturin, Robert Mood. 

 

Robert Mood (mynd) tekur trý ting fram, sum hann heldur stuðla hansara útsagnum um, at Nato eigur at koma við einum ultimatum til Russland nú. - Hetta er djarvt, heldur norskur professari.

- Um Nato skal reka russar úr Ukraina og forða fyri einum heimsbardaga, so skal tað gerast nú, heldur pensjóneraði herovastin, sum í dag er forseti í Reyða Krossi í Noregi.

Norski professarin, Tormod Heier, sum starvast við skúlan hjá norsku verjuni, heldur, at Robert Mood er djarvur í sínari útsøgn.

Fyrrverandi herovastin heldur, at Vladimir Putin nú eigur at fáa eitt ítøkiligt ultimatum: 

- Tak tínar herdeildir úr Ukraina. Um ikki, taka vit eftirlitið í loftrúminum, fara inn í landið og blaka tykkum út!

Robert Mood heldur, at í hesi løtu í krígnum, nú Russland er viknað, fleiri herfólk verða kallað í kríggj, og framleiðslan av hernaðarútgerð bæði í Russlandi og vesturheiminum koyrir við fullari ferð, eru møguleikar at reka russar úr Ukraina eftir stuttari tíð.

- Samstundis er hetta eitt gott høvi at steðga “glíðingini” inni í ein heimsbardaga, og hesin møguleikin eigur at verða brúktur, heldur pensjóneraði generalloytnanturin í samrøðu við Verdens Gang. 

 

Tá Robert Mood sigur, at heimurin er við at glíða inn í ein heimsbardaga, vísir hann til Fionah Hill, sum var trygdarráðgevi hjá amerikansku forsetunum, Bush, Obama og Trump, og hon verður mett at vera ein av heimsins fremstu russlandsserfrøðingum.

Á einari vitjan í Noreg í januar segði hon, at kríggið í Ukraina longu hevur eyðkennir sum eitt heimsumfatandi kríggj. 

Robert Mood heldur, at Nato eigur at hava eina meira avgjørda støðu yvirfyri Russlandi.

- Mátin at gera hetta er ikki at vera eftirgevandi, men at seta Russlandi eitt ítøkiligt ultimatum, ið snýr seg um sjálvræðisrættin hjá Ukraina, soleiðis at endi kann fáast á krígnum. 

Hann sigur, at Russland eisini eigur at fáa at vita, at hetta er einasta málið hjá Nato.

Men, hvat so, um hetta viðvirkar til, at kríggið mennist, soleiðis sum Nato hevur víst á í spurninginum um at steingja loftrúmið yvir Ukraina?

- Tað er ikki møguligt at tosa um tey tingini – uttan at taka tað við, at kríggj er nakað av tí mest kompleksa, sum menniskju kunnu fáast við.

Pensjóneraði obersturin vísir á, at kríggj snýr seg um skil, kenslur og valdsgerðir. Tað, sum var rætt fyri einum ári síðan, er ikki rætt í dag, og tað verður heldur ikki rætt um eitt ár, sigur hann.

Robert Mood tekur trý ting fram, sum hann heldur stuðla hansara útsagnum um, at Nato eigur at koma við einum ultimatum til Russland nú: 

 

* Av menniskjansligum ávum er tørvur á at gera ein enda á krígnum og tess ræðuleikum. 

 

* Russiski herurin er viknaður. Landið hevur avmarkaða orku at seta í verk hernaðaðarligar atgerðir aðrastaðni. 

 

* Kríggið í Ukraina er í ferð við at “glíða” út í eitt heimskrígg við stórari herdubbing, bæði í Russlandi og í vesturheiminum.

- Tað er alt hetta, eg hugsi um. Tað er nú, vit hava ein møguleikan og kanska um ein mánað, tveir ellar tríggjar, har tað ber til at steðga krígnum eftir stuttari tíð og samstundis forða fyri, at kríggið endar við einum heimsbardaga – við avleiðingum, sum eingin kennur í dag.

Pensjóneraði obertsloytnanturin leggur dent á, at hann stuðlar vápnaveitingunum til Ukraina, og hann er ivaleysur um, at Ukraina hevur rætt til at verja seg.

 

##med2##

 

Professarin við norska verjuskúlan, Tormod Heier, heldur, at útsøgnin hjá Roberti Mood er djørv, men hann sigur seg í ávísan mun duga at fylgja honum. 

- Men, á hinari síðuni kann hetta vera alt ov djarvt, tí kríggið kann fara heilt út av sporinum. Tað finst avgjørt eingin í heiminum, sum við vissu kann siga, hvat hevði hent. 

Professarin vísir á, at tað kundi gingið væl, soleiðis at kríggið ikki mentist út um Ukraina.

- Men, tað kundi eisini gingið heilt galið, so vit fingu ein altoyðandi kjarnorkubardaga, heldur Tormod Heier.

 

Robert Mood (mynd) tekur trý ting fram, sum hann heldur stuðla hansara útsagnum um, at Nato eigur at koma við einum ultimatum til Russland nú. - Hetta er djarvt, heldur norskur professari.

- Útsøgnin hjá Roberti Mood er djørv, heldur Tormod Heier, professari.