Heimsumfatandi stríðið ímóti deyðarevsing vunnið stórsigur

Ein stórur meiriluti á aðalfundinum hjá ST hevur viðtikið eina yvirlýsing, sum heitir á øll limalond um at seta í verk steðgibann móti deyðarevsing.

Samtyktin er ikki løgfrøðiliga bindandi, men er ein sterkur boðskapur um, at ein stórur meiriluti av heimsins londum eru ímóti deyðarevsing.

Heimsumfatandi stríðið ímóti deyðarevsing hevur vunnið stórsigur. Aðalfundurin hjá ST hevur viðtikið eina yvirlýsing, sum mælir til at seta í verk ?eitt altjóða steðgibann móti avrættingum við atliti at avtøku av deyðarevsing?.  104 lond atkvøddu fyri, 54 ímóti og 29 atkvøddu ikki.

?Hendan yvirlýsingin er eitt týdningarmikið stig á vegnum til at avtaka hesu harðrendu og ómenniskjaligu revsing og er ein umráðandi stuðul til mannarættindini. Deyðarevsing er ómenniskjalig, rakar tilvildarliga og ikki slepst undan, at ósek menniskju verða avrættaði?, sigur Yvonne Terlingen, sum er leiðari fyri ST-deildina hjá Amnesty International.

Yvirlýsingin er ikki løgfrøðiliga bindandi fyri limalondini hjá ST, men hon hevur stóran moralskan og politiskan týdning. Yvirlýsingin sendir ein sterkan boðskap til tey lond, sum framvegis fremja deyðarevsing, um at avtaka deyðarevsing og broyta lóggávuna, so hon er í tráð við yvirlýsingina.

AI sær yvirlýsingina sum eitt vegamót í stríðnum móti deyðarevsing og heitir á øll lond um at eftirlíka steðgibanninum. ST aðalskrivarin fer á aðalfundinum í oktober 2008 at geva frágreiðing um úrslitini av steðgibanninum.

Í dag eru 133 statir, sum ikki fremja deyðarevsing. 25 lond framdu deyðarevsing í 2006 ? Kina, Iran, Irak, Pakistan, Sudan og USA stóðu fyri 91 prosentum av øllum tilburðum av deyðarevsing.