Heimsumfatandi friðargonga, eisini í Føroyum

Í morgin, 10. januar, verður skipað fyri heimsumfatandi friðargongu, sum tekur støði í gøluni í Gaza, og Føroyar eru einki undantak. Her heima hava nakrir einstaklingar nevniliga sligið seg saman og valt at taka lut í átakinum. Friðargongan byrjar í morgin kl 16 við Gundadalshøllina í Havn.

Hetta stendur at lesa á Facebook síðu teirra:

Stríðið í Miðeystri millum Ísrael og palestinsku sjálvstýrismyndugleikarnar hevur nógv andlit, og ymiskar meiningar eru um, hvussu ein loysir trupulleikarnar millum partarnar á besta hátt.

Stigtakararnir til friðargonguna leygardagin taka ikki støðu til geopolitisku ósemjurnar millum Ísrael og Palestina, men seta harafturímóti fokus á, at kríggj ikki er rætti vegurin fram.

Síðan 27. desember 2008 og fram til í dag 8. januar 2009 eru út ímóti 800 fólk deyð, harav 219 børn, og 3121 fólk eru skrásett at vera særd. Tølini eru støðugt vaksandi, og tey allarflestu eru sivil. Hetta svarar til, at allir hvalbingar vóru deyðir, og at øll vágafólk vóru særd.

Harumframt blokerar Ísrael markið, soleiðis at neyðuga neyðhjálpin ikki sleppur inn í Gaza.

Hetta er stór skomm og ber ikki til!

Samstundis sum vit taka frástøðu frá Hamas-rakettunum inn í Suðurísrael, mótmæla vit massakruni av sivilum palestinum og ST-hjálparfólkum - alt meðan altjóða samfelagið situr passivt og hyggur at.

Saman við restini av heiminum fara vit út á gøturnar við boðskapinum: ?Frið yvir Gaza!?

Kom og ?Give Peace a Chance? leygardagin 10. januar 2009, kl. 16:00 uttanfyri Gundadalshøllina í Havn.

Far inn á síðuna her: www.facebook.com/home.php