Tað er ikki nógv at síggja til flótandi álopsfótbólt í Suðurafrika. Tað var eisini tilfeldi, tá Italia og Paraguay spældu í kvøld.
Paraguay legði seg á odda fimm minuttir fyri hálvleik, tá miðverjin, Antolín Alcaraz, stútandi eitt fríspark í mál.Í hálvleikum mátti málmaðurin hjá Italia, Gianluigi Buffon, lata seg útskifta vega skaða.
Í seinna hálvleiki svaraði italiumenn aftur. Daniele De Rossi var fyrstur á eitt hornasparks innlegg og prikaði bóltin í málið.
Italia-Paraguay(0-1) 1-1
0-1 Antolín Alcaraz(39)
1-1Daniele De Rossi(63)










