Heimsmeistari til Lyon

Franska meistaraliðið, Lyon, hevur júst gjørt avtalu við ein av leikarunum, sum fyri einum ári síðani var við til at tryggja Italiu heimsmeistaraheitið.

Talan er um vinstra bakkin Fabio Grosso, sum hevur skrivað undir fýra ára sáttmála við Lyon. Grosso kemur til Lyon frá italska Inter, og hann hevur leikt 25 landsdystir fyri Italia.