Heimslist í Føroyum

Leygardagin lat upp framsýning í Listaskálanum við heimskenda listamanninum Karel Appel, ið eisini var til staðar

Leygardagin lat niðurlendski sendiharrin í Danmark, J. H. W. Fietelaars upp framsýning í Listaskálanum í Havn. Sýnd verða verk hjá heimskenda niðurlendska listamanninum Karel Appel. Hann er borin í heim í Amsterdam í 1921, men hevur í mong ár verið búsitandi í New York.

Appel er óivað kendasti listamaður, ið hevur sýnt fram í Føroyum. Hann var millum teirra, sum í 1948 stovnaði kenda COBRA-bólkin, men eisini tann fyrsti, ið rýmdi haðani og menti sín egna hugbráða, sera litsterka og fýrisliga stíl. Hann hevur sum fáur sett dám á heimslistina eftir kríggið og hann er umboðaður á nærum øllum heimsins listasøvnum.

Íslendingurin Gunnar B. Kvaran sigur, at "Karel Appel er í millum upphavsmenninar til eina ta størstu broyting í listasøguni, har listafólkini á fyrsta sinni avnoktaðu traditión og søgu. Tey royndu at skapa og uppdaga listarinnar upprunaliga týdning. Tey vóru upptikin av tí felags ótilvitaða og av at fáa eina øðrvísi mentan at spreingja seg út haðani, burturtrongd, niðurbundin, jarðað og ónevnd, men kortini sonn. Tey vrakaðu traditiónina og mentanina og byrjaðu á nullpunktinum fullvís í, at djúpt í menniskjans vitsku finst ein upprunalig og sonn listarlig skapanarmegi".

Bárður Jákupsson er fegin um at hýsa heimslist í Listaskálnum og vildi fegin, at hetta hendi oftari. Men tað er spurningur um pening. Sýningin við Appel í Listaskálanum er samstarv ímillum Bergen Kunstmuseum, Kjarvalsstaðir, Reykjavík, og Listasavn Føroya. Niðurlendska sendistovan í Keypmannahavn hevur eisini latið stuðul. Listasavn Føroya heldur framsýningina vera hóskandi hátt at hátíðarhalda 10 ára stovningardag sín, sum er í november.