Heimskent gospelnavn á Fjarðafestival

Slatrið gongur um Pillar, Switchfoot ella ein fyrrverandi limur úr DC Talk á Fjarðafestivalin

Leysasøgur hava gingið um, at eitt heimsnavn úr gospeltónleiki er á veg til Fjarðafestivalin. Fyrireikararnir vilja ikki avdúka nakað endaligt, men álítandi keldur vilja vera við, at okkurt er um tosið. Og harafturat er sagt, at eitt av teimum trimum nøvnunum hevur játtað at koma. Hósmorgunin fellur avgerðin. Tá verður tíðindafundur har nøkur nøvn verða<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ avdúka, harímillum hetta heilt stóra navnið.
Hetta, at talan er um ein av áðurnevndu bólkum, er uttan iva søtir tónar fyri fleiri gospel-fjepparar her á landi.
 
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Switchfoot er úr Kalifornia USA og spælir gospel-tónleik. Tónleikaslagið er lýst sum alternativur rocktónleikur, power pop, post-grunge. Teir gjørdust kendir innan gospelheimin í 2002 eftir at fýra av teirra løgum koma á ein film, A Walk to Remember. Hetta førdi til eina størri fløguútgávu, The Beautiful Letdown, ið kom út 2003, har stakfløgan Meant to Live er á.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Michael Tait er eisini ein av teimum, sum slatrið hevur gingið um skal koma til festivalin. Tait er fyrrverandi limur úr Dc Talk. Hesin bólkurin gav út fimm fløgur, ið vórðu serliga væl móttiknar. Í 2000 avgjørdi bólkurin at steðga á, og limirnir í bólkinum fóru hvør sær víðari við sínum tónleiki. Hittið hjá Dc Talk, Jesus Freak, hevur ferðast kring tað mesta av heiminum í útvarpi og sjónvarpi. Eftir 2000 Tait spælt við sínum bólki, Tait Band,
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Pillar er kent fyri hitt meiri tunga tónleikaslagið. Teir hava útgivið 5 fløgur, og ætlanin er, at bólkurin skal útgeva fløgu í oktober, við heitinum »The Reckoning«. Í tíðarritinum CCM Magazine varð bólkurin av lesarunum valdur at vera Best Hard Rock Band í 2006. At byrja við spældi bólkurin rap metal, men spælir nú tungan rock.Fjarðafestivalurin verður hildin í Kelduni í Skálabotni og nærhendis samkomuhúsinum. Gospeltiltakið verður í síðsta parti av august mánað.