Nú fáa føroysk vinnulívsfólk og íverksetarar høvi at taka forkunnuga verkstovu í Business Model Canvas í Føroyum. Hetta verður hin 31. mai, tá heimskendi íverksetin, teoretikarin og mennarin av Business Model Canvas, Alexander Osterwalder, kemur higar.
Alexander er høvundurin aftan bøkurnar, Business Model Generation og Value Proposition Design, sum eru seldar í miljónum av eintøkum á 37 heimsmálum. Hann hevur uppfunnið Business Model Canvas, ið er eitt strategiskt tól sum kann tryggja, at fyritøkan alla tíðina er kappingarfør og nýskapandi. Hesin leistur verður brúktur av teimum mest leiðandi vinnufyritøkunum og íverksetarunum í heiminum.
Úr Hugskotinum vita tey at siga, at Alexander Osterwalder regluligar hevur altjóða verkstovur í býum sum London, Boston og Berlin og hevur verið gestarøðari á víðagitnu Wharton, Stanford, Berkeley og MIT universitetunum.
Í Føroyum fer hann at halda tvær verkstovur, harav tann eina serliga er ætlað vinnulívinum og íverksetarum og annars øllum teimum, sum vilja tilogna sær hands-on amboð til at menna sína fyritøku út frá Business Model og Value Proposition Canvas.
Hitt skeiðið, Biz4Kids, er ætlað skúlabørnum millum 10-14 ár. Alexander Osterwalder hevur saman við sínum børnum, sum verða við á verkstovuni, ment teknisøgur sum á ein einfaldan og skemtiligan hátt skulu kveikja áhugan hjá børnum og ungum fyri íverksetan og handilsskapi.
- At ein maður sum Osterwalder setur tíð av at koma til Føroyar er sera forkunnugt, og er hetta ein heilt serstakur møguleiki hjá føroyskum vinnulívi og teimum, sum fáast við íverksetan, at tilogna sær vitan um Business Model og Value Proposition Canvas frá manninum, sum hevur ment hesi amboð, siga tey úr Hugskotinum, sum eisini taka ímóti tilmeldingum umvegis sína heimasíðu.