Fríggjakvøldið 25. juli fer kendi norski rithøvundurin, Åsne Seierstad, at greiða frá nýggjari bók um hópdrápini á oynni Utøya í Noregi tann 22. juli í 2011. Norðurlandahúsið verður karmur um tiltakið, sum ber heitið “Ein av okkum”, nú trý ár eru liðin, síðani Anders Behring Breivik drap tilsamans 77 fólk í størsta álopinum á Noreg í friðartíð. Í nýggju bókini “En av oss” viðger høvundurin m.a. gerningsmannin, offrini, morðini á Utøya, ivasama leiklutin hjá myndugleikunum, politiska eftirspælið, sosialan arv og hvussu vit sum menniskju og samfeløg reagera, tá óndskapurin rakar.
Eftir altjóða bestseljarar sum “Boghandleren i Kabul” og “Englen i Groznyj” (donsku heitini) er “En av oss” tann fyrsta hjá Seierstad um heimlandið Noreg. Sum krígskorrespondentur hevur hon í mong ár rapporterað frá heimsins brennideplum, t.d. Irak, Serbia, Tjetjenia og Afganistan, og hennara bøkur eru umsettar til fleiri enn 40 ymisk mál og ognað henni fleiri altjóða virðislønir. Hon dekkaði rættarmálið ímóti Breivik fyri kenda bretska tíðarritið Newsweek, og í Norðurlandahúsinum fer hon at hugleiða um teir spurningar, sum Noreg og umheimurin hava roynt at greina síðani ræðuligu vanlukkuna fyri trimum árum síðani: hvør er Anders Behring Breivik? Hvat fekk ein mann, sum er føddur og uppvaksin í Noregi, at myrða 77 fólk? Hvørji mistøk gjørdu myndugleikarnir? Kundi hann verið steðgaður? Hvørjar politiskar avleiðingar hevur sorgarleikurin havt? Og hvussu hevur vanlukkan broytt Noreg og norðurlond?
Sambært Seierstad snýr bókin seg um meiri enn Breivik og Utøya. Hetta er eisini ein søga um Noreg og norðurlond, um tilflytarar, sosialan arv, militanta ideologi og um myndugleikar, sum ikki megnaðu at verja sínar borgarar. Men vil høvundurin skilja Breivik og hansara gerningar? Snýr tað seg um ein ósunnan uppvøkstur, skaðilig krígstelduspøl, høgraradikalu hugsjónina ella okkurt heilt annað? Og hvat er tað rættasta politiska aftursvarið eftir eina slíka vanlukku? Heini í Skorini skipar fyri tiltakinum, sum verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 25. juli kl. 20.