Heimskendur dreyari hildið skeið í Klaksvík

Tað er ikki á hvørjum degi at høvið býðst at fáa frálæru frá heimskendun trædreyara. Hendan møguleika fingu 18 kvinnur og menn úr øllum landinum í síðstu viku á Tekniska Skúla í Klaksvík

Dreyiskeið


Týski dreyarin Johannes Riber er kendur um allan heim fyri síni framúr góðu evni at dreya lutir úr træi. Seinnu árini hevur hann havt samband við fólk innan hetta handverk í Føroyum, og tað var á tann hátt, at skeiðið á Tekniska Skúla í Klaksvík kom í lag, sigur Bjørn Kastalag, skeiðsleiðari. Bæði hann og skeiðsluttakarnir lótu sera væl at, tá skeiðið var liðugt fríggjadagin

- Tað hevur verið ómetaliga spennandi at hava Johannes Riber her og hoyra hann greiða frá og eygleiða teknikkirnar, hann brúkar. Vit kundu brúkt nógv meir tíð, enn bara hesa einu vikuna, og tey flestu hava eisini hildið á her á verkstaðnum til langt út á kvøldarnar. So sosialt hava hesir dagarnir eisini verið sera hugnaligir, siga tey.

Gamalt handverk og nútímans tøkni

Hóast skeiðið mest snúði seg um at royna ymsar teknikkir, náddu teir flestu av luttakarnum eisini at gera onkran brúks- ella prýðislut lidnan hesar dagarnar. Og væl hevur ligið fyri hjá teimum, tí lidnu lutirnir bóru dám av nógvum hugflogi og dygdargóðum handverki. Hóast onkur snikkari var ímillum, høvdu nogvir av luttakarnum lítlar og ongar royndir innan trædreying og høvdu teknað seg mest av áhuga, og tí ein so serstakur møguleiki nú beyðst.
Tað er heldur ikki á hvørjum degi, at høvi er at fáa frálæru frá einum slíkum úrmælingi innan hetta handverkið, sum Johannes Riber. Hann er, sum vera man, nógv eftirspurdur og ferðast nógv í eitt nú USA, Týsklandi, Onglandi og Norðurlondum, har hann undirvísir og virkar sum ráðgevi. Ikki bara innan sjálvt handverkið, men eisini hjá til dømis altjóða oljufyritøkum, sum ofta hava tørv á modellum úr træi av boripallum. Eyðkendi stílurin hjá Riber við serligum ansi fyri fínligum smálutum og eyga fyri modernaðum sniði hava gjørt sítt til, at modellini úr hansara hondum hóska so væl til slíkar serliga neyvar uppgávur, sum verða gjørdar í samstarvi við arkitektar og verkfrøðingar.

Fleiri virðislønir

Sum heilt ungur tok Johannes Riber útbúgving sum trædreyari og seinni sum listhandverkari. Seinastu mongu árini hevur hann búð í Norra, har hann rekur sína egnu dreyifyritøku beint uttanfyri Oslo og hevur úr at gera. Trædreyaðir brúkslutir eru vorðnir alsamt betri umtóktir seinnu árini, men Riber heldur, at í løtuni er í so nógv bert eftirlíkningar. Sjálvur dámar honum best at fáast við slíkt, ið hevur ein listarligan dám yvir sær. Í løtuni fæst hann nógv við at sniðgeva og dreya innbúgv til kirkjur og slott, eitt nú trappur og stórar ljósakrúnur. Men tú sleppur tó ongantíð heilt undan at gera eftirlíkningar, sum eisini saktans kunnu verða avbjóðandi, tá tað til dømis snýr seg um at seta forngripir í stand, heldur hann fyri.

Johannes Riber hevur fingið fleiri virðislønir fyri sítt arbeiði, sum verður mett at vera listhandverk á sera høgum støði. Sjálvur hevur Riber skrivað nógvar lista- og frálærubøkur um trædreying, har søguligi týdningurin handverkinum umframt teknikkir verða lýstir. Eisini virkar hann sum ráðgevi hjá norska mentamálaráðnum í ymsum handverksligum útbúgvingarætlanum.