Heimskendir bólkar á Fjarðafestivalin

Tey, sum fyrireika Fjarðafestivalin staðfesta í dag, at tey fáa tvey av teimum helt stóru bólkunum innan hetta slagi av tónleiki. Annar bólkurin er rokkbólkurin P.O.D og hin bólkurin er ?The Classic Imperials?.

P.O.D. varð stovnaður í 1992 og hava sjey útgávur aftanfyri seg. Teir hava selt yvir 10 milliónir fløgur, hava haft fýra fyrstapláss á hittlistanum hjá MTV. Teir hava eisini lagt tónleik til fleiri filmar og alt hetta hevur ført teir á konsertferðir kring allan heim.

Í næstum geva teir nýggja fløgu út og í hesum sambandi fara teir enn eina konsertferð, so eisini førir teir til Føroya og á Fjarðafestivalin.

- P.O.D. er helst tann bólkurin sum er komin longst út um kirkju og samkomuveggir. Teir eru høgt virdir bæði innan og uttanfyri kirkju- og samkomuveggir og teir hava teir sera aktuellan og viðkomandi boðskap í teirra sangum.

The Classic Imperials hava eina langa søgu, tí teir byrjaði í 1963 og teir eru síðani blivin ein legendariskur bólkur, ið tord at ganga nýggjar leiðir.

síðani hava teir verið frammi í oddinum á kristna tónleikapallinum.

The Classic Imperials hava millum 40 ? 50 útgávur aftanfyri seg, 13 ferðir eru teir útnevndir til Grammy Awards og hava vunnið fýra ferðir. 58 ferðir eru teir útnevndir til Dove Awards og hava vunnið 17 ferðir. Teir hava ferðast um allan heimin og hildið eitt ótal av konsertum. Teir sungu nógv saman við Elvis Presley, bæði á hansara konsertum og útgávum.