Heimskendi fjøllistamaðurin Per Kirkeby deyður

Danski málarin og listarmaðurin Per Kirkeby er deyður. Hann gjørdist 79 ára gamal.

 

Familja hansara váttar, at virðislønti fjøllistamaðurin doyði í gjárkvøldið.

 

Tað skrivar Politikken.

 

Hann var ein av teimum týdningarmestu málarum og myndahøggarum í Evropa, og hann hevur skapt nógv listarverk.

 

Verk, sum bæði finnast í Danmark og úti í stóru verð.

 

Listarmaðurin hevði nógvar talentir og dugdi bæði at skriva, mála, gera film, grafikk og var eisini myndahøggari.

 

Hann læs jarðfrøði frá 1957 til 1965, sum millum annað førdi hann á granskingarferðir til Grønland í 1960'unum.

 

Hann varð útbúving cand. mag. í náttúrusøgu og jarðfrøði frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn í 1964.

 

Tað var eisini hetta tíðarskeiðið, at hann fór at mála og talentið inna fyri fleri listargreinir spratt.

 

Listin er langur. Hann hevur gjørt standmyndir, teknað, skrivað bøkur, gjørt film so hvørt viðurkenning hansara vaks kring heimin.

 

Í 1960'unum fór Per Kirkeby í holt við popplist. Saman við Bjørn Nørgaard, Paul Gernes og Peter Louis-Jensen dyrkaði royndi hann nýggjar leiðir.

 

Alstjóða gjøgnumbrotið fekk hann á framsýning í Venesia.

 

Tað var her, at fólk av álvara fingu eyguni upp fyri fjøllistamanninum í heiminum uttan fyri donsku landamørkini.

 

Síðani tá hevur hann sýnt fram verk síni í Norðanlondum, Evropa og USA, sjálvt um tað var í Danmark, at hann sett týðuligastu spor síni.

 

Umframt sína egnu list hevur hann eisini verið við í øðrum verkætlanum. Millum annað hevur hann verið við til myndirnar til »Braking the Waves« hjá Lars von Trier.

 

Í 2015 kom Per Kirkeby við eini fráboðan til miðlarnar, sum uttan iva skuffaði mong, tá hann boðaði frá, athann ikki longur fekk málað.

 

Talan var um ein hjartaskaða eftir at hann var dottin oman gjøgnum einar trappur fyri nøkrum árum síðani. Tað merkti, at tann 76 ára gamli listarmaðurin ikki longur megnaði at fáa myndirnar úr høvdinum og upp á løriftið.

 

Per Kirkeby hevur eisini sýnt fram í Føroyum.

 

/ritzau/