Heimskend nunna kemur til Føroya

Hósdagin 5. juli 2007 fáa vit í Føroyum forkunnuga vitjan. Tað er tann heimskenda nunnan Sr. Briege McKenna, og presturin Kevin Scallon, sum bæði eru úr Írlandi, sum koma á vitjan.

 

Eftir at hava verið í Danmark og Norra, koma tey til Føroyar. Saman við teimum kemur eisini p. Benny Blumensaat. Tey verða her til 9. juli, og fara síðan víðari til Íslands.

 

Sr. Briege McKenna hevur skrivað bókina “Miracles do happen”, sum finst bæði á enskum og donskum. Bókin hevur kveikt íblástur og grøðing til óteljandi menniskju, har hon sigur frá um sína egnu likamligu grøðing og kallinum til “grøðingar-tænastunu”.

 

Sr. Briege fór sum 15 ára gomul í kleystur hjá “The sisters of St.Clare”. Í fleiri ár var hon avlamin av “rheumatoid arthritis”, men 24 ára gomul varð hon “knappliga” grødd yvirnatúrliga undir bøn. Seinni fekk hon grøðingar náðigávu, sum hava gjørt hana heimskenda.

 

Hon ferðast runt um allan heimin saman við Fr. Kevin Scallon, sum er katólskur prestur, og biður fyri grøðing. Serliga eru tey kend fyri at hava “retretur” fyri katólskar prestar, til andaliga endurnýggjan av prestastættini.

 

Leygardagin 7. juli verður grøðingargudstænasta (á føroyskum) í Vesturkirkjuni, og sunnudagin 8. juli verður bøn fyri grøðing í Mariukirkjuni.

 

Nærri verður at frætta um skránna seinni. Kunning á www.sisterbriege.com