23 luttakarar, har í millum seks føroyskir ungdómar verða við í eini verkætlan, ið snýr seg um, at granska frið og keðsemi. Hendan verkætlan hevur sín uppruna á Andøya í Noreg í 2002. Og Síðan hevur tiltakið verið á Heimaey í 2004, tá føroyingar vóru við á fyrsta sinni. Nú er tað Losjan Glotti og Gøta, ið leggja karmarnar um tiltakið.
Tá ið tey vóru á Heimaey var upplagt at føra hana víðari til Føroya. Gøtu Kommuna og Vestmannaoyggjar eru vinarkommunur og so kom hetta samstarvið í lag. Ein av luttakarunum tá er í dag samskipari av tiltakinum í Føroyum, Áslakur Nesá.
Ein slík verkætlan hevur brúk fyri stuðlum og hetta hava fyrireikararnir megnað at skava saman. Fleiri stuðlar hava gjørt verkætlanina møguliga. Teir størstu stuðlarnir eru Nordisk Ungdomskomitee, Nordisk Teaterråd, Norsk Teaterråd, Gøtu Kommuna, Vestmannaoyar Kommuna og kommunan í Andoy.
Virðini í teimum smáu plássunum
Katrine M. E. Strøm, sum eigur hugskotið til hesa verkætlanina, sigur, at tey hava tikið støðið í einum serligum parti av umhvørvinum, sum fleiri í norðurlondum hava í felag. Allir luttakararnir eru uppvaksin á støðum, ið eru avmarkaði av havinum. Og eisini kemur hon inn á eitt týðandi fyribrigdi í dagsins samfelag, nevniliga tað, at fólk flyta til frá teimum minnu støðunum og til arbeiði og annað á teimum størru plássunum.
- Allir luttakararnir koma frá oyggjum í norðurlondum, úr Norra, Íslandi og Føroyum. Eg haldi, at øll sum eru uppvaksin á smærri støðum og ikki í størri býum hava nøkur serlig evnir at uppfata umhvørvið, sum tey eru í. Ein serligan máta at fyrihalda seg til veður og náttúruna og eisini hetta at síggja virðir í tí, at vit eru ymisk. Fleiri og fleiri ung fólk flyta til størri pláss og frá teimum minni plássunum, ein týðandi partur í hesi verkætlanini er at síggja styrkina í teimum virðunum, sum fólk frá minni plássum hava.
Katrine fortelur, at tey sum endamál hava ein breiðan inngang til verkætlanina.
- Vit miðja eftir at styrkja listarligu uppfatanina hjá luttakarunum. Og vit vóna, at tey kunna brúka hesa upplivingina framyvir í einum listarligum høpi.
Ongi elektronisk tól hava verið á oynni teir báðar dagarnar, so tey hava havt bøkur og annars arbeitt við kvirruni og keðseminum.
- Har var bara so vilt, so vill náttúra. Eg havi ongantíð í mínum lívi sæð tílíkt. Sera bratt allastaðni, kendist sum at ganga úti við heimsins trom. Onkur segði, at hetta var nakað, sum ein fór at fortelja fyri barnabørnunum.
Við tyrlu
Seinasta mánadag byrjaði triði partur av Kvirra Oyggin, tá íslendingar og norðmenn komu til Gøtu. Eftir at hava fingið innivist hjá familjum í Gøtu, fóru tey í holt við, at fyrireika seg til túrin úti á Lítlu Dímun. Ungdómarnir fóru út á Lítlu Dímun seinasta hósdag og vóru aftur á meginlandinum dagin eftir. Ætlanin var, at uppihaldið á Lítla Dímun skuldi vera í tríggjar dagar uttan klokku, fartelefon, teldu ella onnur elektroniskt útgerð. Hetta bleiv tó einans til tveir dagar av tí at veðurlíkindini, at flúgva við tyrluni til Lítla Dímun vóru ikki av teimum bestu og tískil var avgjørt, at flúgvitúrurin mátti útsetast til dagin eftir.
Á Lítlu Dímun slapp friðsemi, keðsemi og einsemi, at ráða yvir luttakarnar. Úrslitið av hesum verður víst fram sum ein serstøk framførsla við myndum, tónleiki og rørslum í Losjuni í Gøtu, í kvøld kl. 18:00 og kl. 19:00.
Á netinumTey ið hava áhuga, at fylgja við í hvat gongur fyri seg í ætlanini, kunnu fara inn á heimasíðuna www.silentisland.com, har síðan verður dagførd regluliga við myndum, tekstum og øðrum.
---
Dagbók av heimasíðuni, dagur 3 mikudagurin í síðstu viku:
<I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Føroyar eru kendar fyri at hava allar tær fýra árstíðirnar á einum degi. Tá ið vit vaknaðu var tað summar, men nú er tað vetur. Og tað er ikki heilt víst, at heyst var ímillum... Hugtakandi sum tað nú einaferð er, so setti hetta verkætlan okkara í vanda. Tað er jú ikki heilt vandaleyst at fara út á hesa oynna, sum vit skulu út á. Veðurvánirnar skulu vera júst tær røttu... Tíverri verður ikki møguligt at vera í einsemi á Lítlu Dímun, vit verða noydd at vera í bólkum og eisini noydd at hava ein ferðaleiðara við okkum alla tíðina. Hinvegin so fingu vit at vita, at oyggin, fyri stuttari tíð síðan, fekk eitt wc ísett. Góð tíðindi til allar teir kvirru oyggjabúgvarnar!









