Heimsins triðstørsti diamantur funnin í Botswana

- Diamanturin kundi ikki verið funnin eina betri hóskandi løtu, sigur ráðharrin fyri málmvinnu í landinum, Lefoko Moagi.

 

 

Í vikuni slapp forsetin í Botswana, Mokgweetsi Masisi, at síggja stóra diamantin í høvuðsstaðnum, Gaborone.

 

Tað er diamantfelagið - Debswana - sum hevur funnið diamantin, ið hildin verður at vera hin triðstørsti av sínum slag í heiminum.

 

Al Jazeera veit at siga, at diamanturin varð funnin hin 1. juni, og at hann er 1098 karat.

 

- Hildið verður, at hetta er triðstørsti diamantur í heiminum av hesi góðsku, og hetta hevur stóran týdning fyri Botswana, sigur virkandi stjórin í Debswana, Lynette Armstrong.

 

Diamanturin, sum enn ikki hevur fingið nakað navn, er 7,3 sentimetrar langur, 5,3 sentimetrar breiður og 2,7 sentimetrar tjúkkur.

 

Sambært Al Jazeera er Debswana størsti diamantframleiðari í Afrika, og inntøkurnar frá felagnum hava stóran týdning fyri búskapin í Botswana.

 

Í 2020 minkaði sølan av diamantum í Botswana við heili 30 prosentum orsakað av koronu-farsóttini.

 

Tí sigur ráðharrin fyri málmvinnuni í landinum, Lefoko Moagi, at stóri diamanturin, sum nú er funnin, kundi ikki verið funnin eina betri hóskandi løtu.