Heimsins størsti trolari undir føroyskt flagg

JFK Trol og norski stórreiðarin og millióningurin, Røkke, arbeiða við at fáa heimsins størsta og dýrasta trolara, American Monarch, undir føroyskt flagg. Trolarin skal fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi og framleiða surimi

Ólavur í Beiti


Fyri knøppum ári síðani var stóri flaka- og frystitrolarin hjá norska stórreiðaranum, Røkke, at síggja í »Grannum Okkara«, og tá var hann júst farin av bakkastokki, men trupult var hjá trolaranum at fáa fiskiloyvi.


Ætlanin var, at hesin risatrolari fyri einar 450 milliónir krónur skuldi fara oman til Kili at fiska, men fiskimenninir í Kili settu seg ímóti. Hvussu síðan hevur gingist hjá trolaranum, sum kostaði fleiri hundrað túsund krónur um dagin at hava liggjandi við bryggju, hevur ikki verið gjørligt at fingið at vita, men sum skilst, er ikki óhugsandi at hann kemur hendavegin.


Í Panama

Stjórin í JFK Trol, Hanus Hansen, er júst nú í Panama, har trolarin liggur eftir at hava verið til fiskiskap í Alaska, og sum skilst er ætlanin, at JFK. Trol og Røkke og onnur feløg eisini skulu gera felag, so trolarin kann koma í føroyskan sjógv at fiska svartkjaft. Ætlanin er so at gera surimi umborð úr svartkjaftinum.


Hvussu langt ætlanirnar eru komnar, hevur ikki verið gjørligt at fingið váttað hjá blaðnum. Men áhugin er vaksandi aftur nú at fara undir at gera surimi. Royndir hava áður verið gjørdar í Føroyum bæði á sjógvi og landi. Tey flestu minnast »Blue North« í Kollafirði, og umborð á onkrum føroyskum svartkjaftatrolara vórðu eisini royndir gjørdar í 80-unum.