Stór mannfjøld var komin saman við rundkoyringina uppi á Flesjum í Klaksvík í dag kl 17, har heimsins størsti húkur varð avdúkaður.
Ein av elstu sjómonnunum og reiðarunum í Klaksvík ? Eivind Niclasen avdúkaði húkin saman við borgarstjóranum, Gunvá við Keldu.
Eivind helt fyri, at hetta var besta gáva til býin og besta ímynd um eina drúgva tíð, sum dúgliga hevði ment hetta land og henda bý.
Hann takkaði fyri stórliga heiðurin, honum varð sýndur at sleppa at avdúka hesa sonnu perlu av eini standmynd.
Niclas Heri Jákupsson, ein av stigtakarunum til Føroya Sjómannadag, helt síðani røðu. Hann vísti á týdningin av húkinum gjøgnum søguna, og at hann var ein partur av okkara samleika.
? Tann tjóð, sum ikki vil viðurkenna sær sín samleika er illa fyri. Tí var tað umráðandi fyri í fyrstu atløgu fyriskiparnar hjá Føroya Sjómannadigi, at sýna grundarlagnum undir okkara núverandi sjóvinnuni tann sóma, hon hevði uppiborið, við at reisa hesa standmynd. Men tá ið bæði býráð og býurin annars tók hetta uppskot til sín, sum verandi skilagott, ja, so var bara at halda fram við hesi áhugaverdu og sjálvsøgdu verkætlan.
Eyðstein Poulsen frá Føroya Sjómannadegi greiddi frá um hugskotið til standmyndina, og hvussu hon bleiv til. Hann greiddi frá at SpF Skarðhamar V/Jacob Oluf á Lakjuni og Anfinn Isaksen meistarliga høvdu greitt henda húk úr honum, sum má sigast at vera eitt listarligt handverk av teimum heilt stóru.
Eyðstein spurdi eisini, hvør reiðskapur innan núverandi sjóvinnu møguliga mundi fara at standa á líknandi stað um 50 ella 100 ár. Húkurin hevði sanniliga sín rætt at standa her við dyrnar til henda bý ? her, sum tað búgva og hava búð hópin av virkisfúsum fólki innan so mong yrki, men serliga sjóvinnuna.
Gunvá við Keldu, borgarstjóri helt síðani røðu, har hon takkaði vegna býin fyri standmyndina. Hon takkaði monnunum handa Føroya Sjómannadag fyri enn eitt bragd av døgum, sum savnaðu henda bý og ikki minst at tað varð eydnast teimum at fáa reist hesa serligu standmynd, sum hóskaði hesum býi so sera væl.
Borgarstjórin takkaði Eivind Niclasen fyri at hava verið við til at avdúka standmyndnina og greiddi í stuttum frá yrki hansara á sjónum - fyrst við Barið og síðani trimum Vesturvón, sum hvør á sín hátt høvdu havt stóran týdning fyri ta tíð, teir høvdu virka í.
Saman við býráð og borgarum fegnist eg um, at júst henda standmynd, ið avmyndar húkin, á henda hátt verður ein sjónligur og sigandi partur av býarmyndini og fer at standa sum ein varði yvir tað, sum í fleiri mansaldrar hevur eyðkent, breyðføtt og ment hendan bý og hendan landspart, segði Gunvá við Keldu, borgarstjóri, í takkarrøðu sínari, tá ið nýggja standmyndin í rundkoyringini við Borðoyarvík varð avdúkað.
Við hesi vøkru, væl valdu og sigandi standmynd verður innkoyringin til Klaksvíkar og Norðoyggjar ikki bara fríðkað ? hon verður eisini lyft upp á eitt hægri støði og fær ein heilt serligan dám, sum er fult í tráð við søguna og grundarlagið undir samfelag okkara og serstakliga hesum landsparti.
- Saman við býráð og borgarum fegnist eg um, at júst henda standmynd, ið avmyndar húkin, á henda hátt verður ein sjónligur og sigandi partur av býarmyndini og fer at standa sum ein varði yvir tað, sum í fleiri mansaldrar hevur eyðkent, breyðføtt og ment hendan bý og hendan landspart, segði hon.
Klaksvíkar Hornorkestur setti sum so ofta fyrr ein serligan hátíðardám á løtuna ? og tey mongu fólkini, sum vóru komin saman, sannaðu, at tey enn einaferð høvdu fingið ein virðismiklan dýrgrip at savnast um ? eitt meistarverk av einum húki, hvørs leggur er beint undir 6 m høgur.
Aftaná vildu øll sleppa nærri á nema við húkin. Stóðu undrandi og vóru sera hugtikin. Hetta er eitt satt bragd av einum meistarverki ? hetta er fantastisk, hoyrdi tú nógv siga
Orð og myndir: Dávur Winther