Leiðslan í Toyota hevur tikið avgerð um at gera íløgur upp á umleið 75 milliardir krónur tey næstu árini til bygging av nýggjum bilverksmiðjum, serliga uttan fyri Japan.
Toyota vænta, at sølan av nýggjum bilum fer at vaksa við millum 25 og 30 prosent tey næstu trý árini, og at teir longu í ár fara fram um General Motors sum heimsins størsti bilframleiðari.
Kelda: Motor Magasinet