The Handmaid’s Tale vann flestu heiðurslønirnar, tá árliga Emmy-handanin var í Los Angeles í nátt. Emmy-heiðurslønirnar heiðrað tey, sum skara fram úr í sjónvarpsheiminum, á sama hátt sum Oscar-handanin er fyri filmsvinnuna.
The Handmaid’s Tale fekk Emmy-heiðurslønina fyri bestu dramarøð, besta kvinnuliga sjónleikara, besta kvinnuliga hjáleikara í dramarøð, besta leikrit til dramarøð, bestu leikstjórn av dramarøð og bestu pallseting. Elisabeth Moss fekk Emmy fyri besta kvinnnuliga sjónleikara.
Sendirøðin The Handmaid’s Tale gongur fyri seg í framtíðini, eftir eitt blóðugt borgarakríggj hevur mest sum lagt alt USA í oyði. Kristnir fundamentalistar hava tikið ræði og halda kvinnunum mest sum í trælahaldi, tí einans nakrar fáar kvinnur eru eftir, sum kunnu gerast við barn.
Skemtirøðin Veep fekk ein Emmy fyri bestu skemtirøð og Julia Louis-Dreyfus fekk ein Emmy, sum besti kvinnuligi sjónleikari í eini skemtirøð. Hetta er sætta árið á rað, at hon fær eina Emmy-heiðursløn sum besti kvinnuligi sjónleikari í eini skemtirøð, og tað hevur eingin megnað undan henni.
Stuttrøðin Big Little Lies, ein krimirøð um tríggjar mammur, sum fara ov langt í síni stremban eftir at vilja tað besta fyri døtur sínar, fekk eisini fleiri Emmy-heiðurslønir, millum annað vunnu Nicole Kidman og Alexander Skarsgård hvør sína Emmy-heiðursløn fyri teirra leiklutir í stuttu røðini
Annars eru nýggju Emmy-eigararnir hesir:
Besta stuttrøð:
Big Little Lies
Besti mannligi sjónleikari:
Donald Glover í Atlanta
Besti mannligi sjónleikari í dramarøð:
Sterling K. Brown í This Is Us
Besti kvinnuligi hjáleikari í skemtirøð:
Kate McKinnon í Saturday Night Live
Besti mannligi hjáleikari í skemtirøð:
Alec Baldwin í Saturday Night Live
Besti kvinnuligi hjáleikari í dramarøð:
Ann Dowd í The Handmaid's Tale
Besti mannligi hjáleikari í dramarøð
John Lithgow í The Crown
Besti sjónvarpsfilmur:
Black Mirror: San Juniperno
Besta sketch-røð:
Saturday Night Live
Besta reality-røð:
The Voice
Besta Talk-show:
Last Week Tonight with John Oliver
Besta leikrit til skemtirøð:
Aziz Ansari og Lena Waithe fyri Master of None. Lena Waithe er fyrsta litta kvinnan at fáa ein Emmy fyri besta leikrit til eina skemtirøð.
Bestu leikstjórn av skemtirøð:
Donald Glover fyri Atlanta
Besta leikrit til dramarøð
Bruce Miller fyri The Handmaid's Tale
Bestu leikstjórn av dramarøð:
Reed Morano fyri The Handmaid's Tale
Bestu pallseting fyri film ella stuttrøð:
Jean-Marc Vallee fyri Big Little Lies
Besti kvinnuligi sjónleikari í filmi ella stuttrøð:
Nicole Kidman í Big Little Lies
Besti mannligi sjónleikari í filmi ella stuttrøð:
Riz Ahmed í The Night Of
Besti kvinnuligi hjáleikari í filmi ella stuttrøð:
Laura Dern í Big Little Lies
Besti mannligi hjáleikari í filmi ella stuttrøð:
Alexander Skarsgård í Big Little Lies