Heimsins ríkastu svíkja tey neyðstøddu

Enn hava tey ríku londini bara játtað ein brotpart av teirri hjálpini, sum teimum neyðstøddu í Pakistan og Kashmir tørvar.

Tað er lítið hugaligt at arbeiða sum neyðhjálparfólk í jarðskjálvtaøkinum í Pakistan og tí indiska partinum av Kashmir. Allastaðni ganga fólk og biðja um mat, vatn og skjól, men neyðhjálparfólkini hava ikki nóg mikið at geva teimum. Altjóða hjálparstovnurin WFP sigur, at enn hava umleið ein hálv millión fólk onga hjálp fingið, og nú eru meiri enn tríggjar vikur síðani tann harða jarðskjálvtan. WFP hevur bara fingið 13 prosent av teimum umleið 350 milliónum krónunum, sum stovninum tørvar fyri at geva teimum neyðstøddu mat nú og teir næstu mánaðarnar. Amir Abdullah, sum er deildarstjóri í WFP, sigur við Dagsavisen, at nógv fólk fara at doyggja, fáa tey ikki hjálp skjótt.

Aðrir hjálparfelagsskapir kæra seg eisini um, at tað gongst sera illa at fáa ta pengar til ta neyðugu hjálpina. ST bað upprunaliga altjóða samfelagið um tvær milliardir krónur til neyðhjálp, men fyrradagin kunngjørdi heimsfelagsskapurin, at tørvur er á næstan 3,5 milliardum krónum.

-Pengarnir eru neyðugir, skal tað eydnast okkum at bjarga umleið trimum milliónum mannalívum, segði varaaðalskrivarin Jan Egeland á einari ráðstevnu í Genéve.

Men illa gongst at fáa tann ríka partin av heiminum at lata tann neyðuga stuðulin. Hjálparfelagsskapurin Oxfram segði í gjár, at tað stendur ikki á at fáa tey ríku londini at geva tilsøgn um stuðul, men at enn hava tey ríkastu londini bara latið ein triðing av tí, sum tey hava lovað.

WFP og hjálparfelagsskapirnir siga, at tað eru serliga børnini, sum líða undir teirri vantandi hjálpini. Hildið verður, at enn hava umleið umleið 125.000 børn í Pakistan ikki fingið nakra hjálp síðani skjálvtan 8. oktober.