Valhølini til landstingsvalið í Grønlandi lótu upp í morgun. Miðlar frá bæði donskum, grønlendskum og útlendskum miðlum eru møttir upp. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Heimsmiðlar síggja val í Grønlandi í skugga av Trump

Útlendskir miðlar, eitt nú úr Bretlandi, Fraklandi og Svøríki fylgja við valinum í Grønlandi.

Valhølini til landstingsvalið í Grønlandi lótu upp í morgun. Miðlar frá bæði donskum, grønlendskum og útlendskum miðlum eru møttir upp. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Nógvir miðlar fylgja nú við endaspurtinum av valstríðnum í Grønlandi, við valdagurin er.

Men útlendskir miðlar hava eisini áhuga fyri valinum til grønlendska landstingið, Inatsisartut.

Altjóða fjølmiðlaumrøðan av grønlendska valinum snýr seg serliga um amerikanska forsetan, Donald Trump.

Soleiðis skrivaði franska blaðið Le Monde mánakvøldið eina grein undir yvirskriftini "Í Grønlandi er tjóðartingsval í skugganum av Trump", og bretskir miðlar skriva í dag at "Grønland fer á val, sum er merkt av Trump og sjálvstýri".

Svenski miðilin SVT kemur eisini til ta niðurstøðu, at grønlendska valið fer fram í eini tíð, har "áhugin hjá USA og øðrum londum fyri landinum er vaksin".

Hetta sæst eisini í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, har journalisturin hjá DR hevur hitt journalistar úr Italia, Kroatia, Týsklandi, Finnlandi, Svøríki og USA.

Amerikanski miðilin CNN kemur eisini til ta niðurstøðu, at val í Grønlandi vanliga er eitt lokalmál.

- Men nú grønlendingar stevna á val í dag, hevur tankin hjá Donald Trump um at leggja landið undir seg aftir komin í ljósmála, skrivar CNN.

Kanadiska blaðið The Globe and Mail heldur eisini, at tað er trupult at ímynda sær, at eitt val við 41.000 veljarum kann vekja stóran ans.

- Men øll eyguni verða týsdagin móti Grønlandi, nú veljarar um alla oynna velja nýtt tjóðarting og stríðast við sjálvstýrisspurningin, skrivar blaðið.

Pólska sjónvarpsstøðin TVP hevur eisini sent frágreiðingar úr Grønlandi dagarnar fram til valið.

Hóast fleiri útlendskir miðlar fokusera á tilnermilsir hjá Trump mótvegis Grønlandi, so hava fjølmiðlarnir eisini tikið til eftirtektar kjakið um grønlendskt sjálvstýri.

Sjálvstýrið hjá Grønlandi hevur verið eitt stórt kjakevni bæði í Grønlandi og Danmark í kjalarvørrinum á útsøgnunum hjá Donald Trump seinastu mánaðirnar.

Trump segði í kongressini 4. mars, at hann virðir, at Grønland skal velja sína egnu framtíð, men hann segði eisini:

- Eg haldi, at vit fara at fáa tað (Grønland, red.). Á ein ella annan hátt fara vit at fáa tað.

 

/Ritzau/

 

Valhølini til landstingsvalið í Grønlandi lótu upp í morgun. Miðlar frá bæði donskum, grønlendskum og útlendskum miðlum eru møttir upp. - Mynd: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix