Heimsins miðlar á tremur við hjúnaskilnaði

- Stórir og smáir miðlar kring knøttin eru á tremur við tíðindum um hjúnaskilnaðin millum Brad Pitt og Angelina Jones.

Tey eru helst millum tey kendastu og mest umrøddu pørunum í heiminum. Hollywodd stjørnurnar Angelina Jolie og Brad Pitt eru tey fólkini, sum í kvøld rudda at kalla øll onnur tíðindi frá forsíðunum. 

 

Fyrr í dag váttaði sakførarin hjá Angelina Jolie, at hon hevur søkt um hjúnaskilnað frá Brad Pitt, sum hon hevur verið gift við síðani 2014. Parið hevur tó hildið saman síðani 2004. Brad Pitt hevur verið giftur áður við Jennifer Aniston, meðan Angelina Jolie hevur verið gift tvær ferðir áður við Jonny Lee Miller og Billy Bob Thornton.

 

Miðlar sum BBC, CNN og aðrir stórir miðlar hava sokallað "breaking" søgur á øllum miðlapallum teirra, har Hollywood hjúnaskilnaðurin verður endavendur og viðgjørdur frá øll hugsandi vinklum. 

 

Kendu filmsstjørnurnar hava seks børn, harav trý teirra eru adopterað.