Teir seinastu dagarnar hava nógvir norðmenn sitið við sjónvarpsskíggjan og hugt eftr tí, sum sambært norska kringvarpinum NRK er heimsins longsta sjónvarpssending. Í sendingini, sum varir 134 tímar, eru hyggjararnir umborð á Hurtigruten-ferjuni "Nordnorge" , sum siglir frá Bergen og norðureftir. Á vegnum fer skipið inn á fleiri firðir. Seinasta vikuskiftið hugdu 2,6 milliónir norðmenn, og so nógvar hyggjarar hevur NRK2 ikki havt fyrr.










