Tað vóru amerikanska verksmiðjan Tesla Motors og danska el-fyritøkan Østkraft Energi Service A/S, sum kundu sýna fram heimsins kvikast el-bil, Tesla Roadster, á Bornholm.
Tesla Motors hava ætlanir um at gera sportbilar, sum kunnu kappast við bilmerkir sum Porsche, Ferrari og Lamborghini, men við tí muni at Tesla sportbilarnir verða el-drivnir, sigur Casper Kjøller frá Østkraft Energi Service A/S, sum leggur afturat at Tesla Motors eisini hava ætlanir um at framleiða el-drivnar familjubilar.
Tesla Motors er ein fyritøka, sum varð stovnað í 2003 í Silicon Valley í USA.










