Heimsins fríasti ungdómur

Tað er fantastiskt at okkara ungdómur frítt kann flyta seg ímillum Føroyar og Danmark, akkurát sum teimum sjálvum lystir

Tað er fantastiskt at okkara ungdómur frítt kann flyta seg ímillum Føroyar og Danmark, akkurát sum teimum sjálvum lystir.

 

Tað, at hava fríheitina til sjálvi at taka avgerð um, hvar man vil fáa sær útbúgving ella arbeiði uttan nakað hóvasták, er ein fyrimunur, sum neyvan finst nakra aðra staðni. Hetta er tí umráðandi at halda fast við.

 

Tað síggja vit í Javnaðarflokkinum, sum tann mest grundleggjandi fyrimunin í samstarvinum millum tvey framkomin lond.

 

Summi loysingarfólk brúka nógva orku uppá at uppfinna trupulleikar og leita eftir forðingum, sum ikki eru til. Onki ber til hjá teimum, um man ikki fær eina nýggja grundlóg, og hon skal gerast á Fólkatingi, so løgið tað ljóðar.

 

Enn havi eg ikki møtt nøkrum føroyingi, hvørki á flogvøllinum í Vágum ella í Kastrup, knógvandi við grundlógini á bakinum, fyri at sleppa aftur og fram.

 

Tað munnu neyvan vera serliga nógvir vanligir føroyingar, sum liggja í svøvnloysi av grundlógini.

 

Í Javnaðarflokkinum halda vit fast við, at øll okkara ungu fólk, eisini í framtíðini, sjálvi frítt skulu sleppa at gera av, hvar tey vilja taka sína útbúgving - á jøvnum føti við øll onnur í ríkinum.