Heimsins elsta fólk lagt árarnar inn

Fredie Blom var 116 ára gamal. Hann legði av at drekka fyri fleiri ár síðan, men var keturoykjari og ballaði sínar sigarettir sjálvur.

 

Í vikuni doyði 116 ára gamli, Fredie Blom, sum er úr Suðurafrika og verður sagdur at vera heimsins elsta fólk. Sambært BBC er hann føddur hin 8. mai í 1904, og nú hann doyði, er eingin annar, sum kann prógv ein hægri aldur í heiminum.

Sagt verður um Fredie Blom, sum við samleikaprógvum kann prógva, at hann er føddur í 1904, at hann misti alla familju sína, tá Spanska sjúka herjaði í 1918. Sambært útlendskum miðlum er høgi aldurin hjá honum ikki staðfestur í Guinness World Records.

Í 2018 varð hann spurdur, hvør uppskriftin er upp á eitt so langt lív.

- Tað er bara eitt, og tað er Guð. Hann hevur alla maktina. Eg havi einki. Eg kann smella um, nær tað skal vera, men hann heldur mær uppi, segði Fredie Blom.

Sagt verður, at suðurafrikanarin hevur arbeitt meginpartin av lívi sínum. Fyrst arbeiddi hann á bóndagarði, og seinni var hann virkin innan verklagsarbeiði. Hann gavst ikki á arbeiðsmarknaðinum, fyrr enn hann hevði fylt 80 ár.

Útlendskir miðlar skriva, at Fredie Blom gavst at drekka fyri nógvum árum síðan, men hann var keturoykjari. Hann ballaði sínar sigarettir sjálvur, og sagt verður, at honum dámi ikki tær keyptu sigarettirnar eins væl og tær, hann ballaði sjálvur.