Heimsins dýrasta matstova er á Ibiza

- Vit eru heimsins dýrasta matstova, siga tey á Sublimotion, sum er á Hard Rock Hotel á Ibiza.

 

Tú noyðist at leggja teir stóru pengaseðlarnar á borðið, um tú dittar tær at eta á matstovuni Sublimotion, sum er á Hard Rock Hotel á Ibiza. Hetta er ikki nakað, sum bara viðskiftafólk siga, men matstovan sjálv sigur í sínari marknaðarføring, at hon er heimsins dýrasta.

 

Ein døgurði á Sublimotion kostar upp ímóti teimum ørandi 12.000 krónunum, og tá fært tú eisini eina 20-rættaða matarskrá – borðreidd soleiðis, sum tú helst ongantíð hevur upplivað tað áður.

 

Ein vitjan á Sublimotion er ein rættilig gastronomisk ”leiksýning” fyri bæði smakkleyk og eygu. Á serstøku matstovuni er einans pláss fyri 12 fólkum, har borð og veggir eru margmiðlaskíggjar, sum skifta frá einum eksotiskum staði til annað.

 

Tað var Michelin-stjørnukokkurin, Paco Roncero, sum byrjaði Sublimotion-matstovuna, og hansara starvsfólk eru ikki bert kokkar og tænarar, men eisini teknikarar, sum stýra ymisku skíggjunum.

 

Um heimasíðuna – tripadvisur.dk – er ymiskt at lesa, har viðskiftafólk, sum hava vitjað matstovuna, siga frá sínari uppliving. Her eru tó eisini onkrar atfinningarsamar viðmerkingar, eitt nú um vínið, ið var ”vanligt”, og onkur viðmerkjari heldur, at prísir og dygd ikki heilt vóru í samsvar.

 

- Her var sera dýrt, men hetta var ein døgurði, tú ongantíð gloymir, skrivar onkur av gestunum, sum hevur vitjað Sublimotion-matstovuna.

 

Um kelduna til hesa grein – www.nordjyske.dk – kann eisini síggjast ein filmur um ymiskt av tí, sum kann upplivast á hesi - heimsins dýrastu - matstovu á Hard Rock Hotel í Ibiza.